Jólahugni 2006

Jólahugni fyri limunun í Sclerosufelagnum saman við gestum.

Møtt vóru umleið 50 fólk, harav 16 børn.

Vit høvdu eina sera hugnaliga løtu saman. Vit fingu ein drekkamunn við rísalamande, við mandlum í og annað afturvið.

Hendrik Jacobsen, læs formansfrágreiðingina upp.

Síðani fingu vit vitjan av 05y í Studentaskúlanum í Hoydølum. Annika hevði kontaktað tey. Vit høvdu sæð, at tey bjóðaðu seg fram at koma at syngja ókeypis og so var tað meiningin at man kundi stuðla teimum. Hetta var fyri at samla inn til eina ferð til Athen komandi summar. Hetta var sera hugnaligt. Tey vóru umleið 23 næmingar við Harkalið-leikaranum Jógvani Dahl á odda.

Hansa Petersen læs eina søgu, vit sungu og eisini kom jólamaðurin at vitja. Hetta dámdu børnunum sera væl. Tey fingu øll pakka frá jólamanninum. Øll tey vaksnu fingu ein virðisseðil til eina dunnu eisini.

Tey, sum eru rakt av sjúkuni, fingu eisini pakka. Hetta vóru gávur frá familjuni hjá Petrinu Venned.

Samanuntikið ein sera hugnalig løta.

pn

 

| Sclerosufelagið - sclerosufelag@sclerosufelag.fo |