Sunnudagin 24. november
helt Sclerosufelagið jólahugna á Skúlanum á Trøðni. Hugnaligt var at síggja, at
so nógv vóru møtt. Vit vóru umleið 80 fólk í øllum aldri.
Vit hugnaðu okkum saman
aftur við kaffi, rísalamande, smákøkum og øðrum góðum, meðan vit sungu
jólasangir. Sjálvandi var mandla í rísalamandinum, og sum altíð var spennandi
at vita, hvør nú fekk mandluna. Tær fittu systrarnar Helena, Petra og Silja
sungu nakrar jólasangir og settu ein serligan dám á.
Eisini var burturlutan.
Seðlar vórðu býttir út til øll, og so varð drigið. Spennandi var at vita,
hvørjir teir hepnu vinnarnir vóru. Flestu vinningarnir vórðu latnir av limum úr
felagnum og eisini frá nøkrum fyritøkum, og tað eru vit sera takksom fyri.
Sum prikkurin yvir
i’num hevði jólamaðurin eisini funnið út til okkara, og stór varð frøðin á
børnunum. Hesu ferð var jólamaðurin komin við flogfari, nú ongin kavi enn er
komin til sleduna. Jólamaðurin sló ring á gólvinum saman við børnunum og so
varð dansað og sungið. Børnini fingu hvør sín pakka, áðrenn jólamaðurin mátti
skunda sær avstað aftur til næsta jólahald.
Áðrenn vit endaðu, læs
Petra Nysted jólaevangeliið, og vit sungu “Gleðilig jól”.
Takk fyri ein
hugnaligan dag saman!