§ 1.
Navn felagsins er
Sclerosufelagið, ið bleiv stovnað hin 27. mars 1979.
§ 2.
Endamálið við felagnum er at virka fyri umstøðunum
hjá teimum sclerosuraktu í Føroyum.
At virka fyri at upplýsa um sclerosu og
virka fyri at tey sclerosuraktu kunna koma saman til felags áhugamál.
§ 3.
Limir í felagnum kunna gerast: Tey sclerosuraktu og teirra avvarðandi og
øll onnur, sum kunnu taka undir við endamáli felagsins.
§ 4.
Nevndin hevur leiðsluna av felagnum. Nevndin er samansett av 5 limum, við
formanni, næstfor-manni, skrivara, kassameistara og einum vanligum nevndarlimi.
Hesi verða vald fyri 2 ár í senn. Formaðurin, skrivarin, og nevndarlimurin
verða vald tað eina árið, og hini bæði tað næsta árið.
Tað verður avgjørt við lutakasti, hvør bókur skal veljast fyrstu ferð.
Endurval er loyvt.
Vald verða tvey tiltaksfólk fyri nevndina, men bert fyri eitt ár í senn.
Kemur eitt tiltaksfólk í nevndina, skal hetta váttast á fyrst komandi
aðalfundi.
Ein grannskoðari verður valdur fyri eitt ár í senn. Grannskoðarin má ikki
verða limur í nevndini. Hann skal hava roknskapin til viðgerðar seinast 14
dagar, áðrenn aðalfundin.
§ 5.
Ávísingarrætt fyri felagið hava formaðurin
og kassameistarin, ella tá hesir eru burturstaddir, tveir nevndarlimir í felag.
Øll fylgiskjøl skulu váttast av tveimum nevndarlimum, helst formanninum og
einum nevndarlimi. Nevndin hevur skyldu at hava minst tveir nevndarfundir um
árið.
§ 6.
Felagið hevur ársaðalfund í fyrsta ársfjórðingi. Aðalfundurin er felagsins
hægsti myndugleiki. Aðalfundurin verður innkallaður skriftligt við 14 dagars
ávaring. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá í minsta lagi 1/3 av limunum eru til
staðar.
Kann ein avgerð ikki takast á aðalfundinum av omanfyri nevndu orsøk, kann
nevndin innkalla til eykaaðalfund, hvar avgerðin kann takast, uttan mun til
tuttøkutalið, bert eitt fleirtal gevur atkvøðu fyri uppskotinum. Eykaaðalfundur
kann haldast, tá nevndin metir hetta vera neyðugt, og skal haldast, tá
1/3 av limunum skriftliga biðja nevndina um hetta. Eykaaðalfundurin verður
innkallaður skriftliga við 14 dagars ávaring.
§ 7.
Uppskot, ið skulu viðgerast á aðalfundi, skulu verða skriftlig, og verða
nevndini í hendi seinast 8 dagar, áðrenn aðalfundin. Uppskot, ið skulu
viðtakast, kunna ikki setast fram undir Ymiskt.
Møgulig avtøka av felagnum, skal leggjast fyri aðalfundin, danska
Sclerosufelagið og avgerast á einum eykaaðalfundi. Verður tað endaliga viðtikið
at avtaka felagið, fær danska Sclerosufelagið tað, ið felagið eigur.
§ 8.
Dagsskráin fyri tann vanliga aðalfundin skal í minsta lagi fata um
fylgjandi punktir:
1. Val av fundarleiðara
2. Frágreiðing (formaðurin)
3. Roknskapur (kassameistarin)
4. Val av nevndarlimum
5. Ymiskt.
§ 9.
Felagslógin, og møgulig broyting av henni, skal góðkennast av aðalfundinum
og danska Sclerosufelagnum.
Viðtikið á aðalfundi tann 19.
mai 1979, hildin á Skúlanum á Trøðni.
Broytingarnar í § § 5,6,7,8 og
10 blivu einmælt viðtiknar á ársaðalfundi 13. apríl 1997, hildin á Skúlanum á
Trøðni.
Á eykaaðalfundi 10. apríl 2005
var samtykt §3 strikað og broytingar gjørdar í § 2 og nýggju § 3. Tá ið § 3 er
strikað eru paragraffirnar umskipaðar, so 4 verður 3 og 5 verður4 o.s.fr.