15.500 krónur komu inn til Sclerosufelagið

Flaggdagin var skipa fyri einum rennitiltakið, sum Bragdið skipaði fyri. Partur av tiltakinum var ein heilsurenning, og her var samstarv gjørt við Sclerosufelagið. Luttøkugjaldi til heilsurenningina, fór óskert til Sclerosfelagið.
Dagurin var sera væl eydnaður  yvir 100 fólk vóru komin at stuðla Sclerosufelagnum í heilsurenningini .
Sclerosufelagið hevði fingið eitt tjald sett upp við Kongabrúnna, har ið kaffi og kaka vóru bjóðað, og mong fólk komu inn at fáa hitan og eitt prát.

15.500kr komu inn frá heilsurenningini og ferð tann peningur til gransking í heilivági til fólk við Sclerosu.

Sclerosufelagið takkar fyri gott samstarv við Bragdið og gleðir seg til komandi ár.
| Sclerosufelagið - sclerosufelag@sclerosufelag.fo |