Aðalfundur 11. apríl kl 15 í skúlanum á Trøðni

Góði limur,

Sambært nevndarsamtykt, verður hervið boðað til ársaðalfund felagsins sunnudagin tann 11. apríl kl 15:00 í Skúlinum á Trøðni

Skrá sambært viðtøkum felagsins:

• Val av fundarleiðara
• Frágreiðing formansins
• Góðkenning av roknskapi
• Innkomin mál
• Val av nevndarlimum
(í ár kassameistari og tveir nevndarlimir)
• Val av tiltakslimum
• Val av grannskoðara

Vit hava sum altíð brúk fyri fleiri, sum ynskja at hjálpa til 🙂

Vit vóna, at nógv møta upp til aðalfundin, og at onkur er, sum hevur hug at vera við í nevndararbeiði ella at hjálpa til í samband við tiltøk.

Vegna nevndina
Formaðurin
Hallur Thomsen
| Sclerosufelagið - sclerosufelag@sclerosufelag.fo |