Aðalfundur 22.mars kl 15:00 á Hotel Hafnia AVLÝSTUR!

Sambært nevndarsamtykt, verður hervið boðað til ársaðalfund felagsins sunnudagin tann 22. mars kl 15:00 á Hotel Hafnia. 

Aftaná aðalfundin bjóðar felagið døgurða v/vatn ella sodavatn, í matstovuni á 2. hædd kl. 17.00 

(Her má meldast til, so vit vita hvussu nógv koma)

Vinarliga boða frá um hvussu nógv koma, antin við at ringja til 59 87 83, senda teldupost til sclerosufelag@sclerosufelag.fo ella við útfylla frymilin undir her.

Skráin fyri aðalfundin:

  • · Val av fundarleiðara

  • · Frágreiðing formansins

  • · Uppskot um arbeiðsætlan

  • · Góðkenning av roknskapi

  • · Innkomin mál

  • · Val av nevndarlimum (í ár formaður og tveir nevndarlimir)

  • · Val av tiltakslimum

  • · Val av grannskoðara

  • · Ymiskt

Vit hava, sum altíð, brúk fyri fleiri sum ynskja at hjálpa til :)

Vit vóna at nógv møta upp til aðalfundin, og at onkur er, sum hevur hug at vera við í nevndararbeiði ella at hjálpa til í samband við tiltøk. 


Vegna nevndina

Formaðurin

Hallur Thomsen
| Sclerosufelagið - sclerosufelag@sclerosufelag.fo |