Sclerosa (MS) er ein kronisk sjúka, sum loypir á høvuðsnervaskipanina. Umleið 15.000 fólk í danska kongaríkinum í dag hava MS. Umleið 600 fólk fáa staðfest MS á hvørum árið og tvey út av trimum eru kvinnur. Sjúkan hevur ymisk árin frá persóni til persón og alt eftir hvat fyri slag av MS ein verður raktur av.
Álopini av sjúkuni vera vanligani kalla fyri 'Attak', og tað kann vera alt frá merkisórógv (føleforstyrrelser), trupulleikar við sjónini, og/ella lammilsi. Nøkur uppliva ikki vanliga attak, men líðandi versnan av ymiskum árinum. Nøkur uppliva bert nøkur fá attak, og koma ikki til at merkja nógv til sjúkuna, harav kunna onnur gerðast avlamin við tíðini.
Fyri at vita meira um MS klikka her
Her er eitt video, ið vísur á hvussu MS loypur á.