Formannsfrágreiðing 31. Mars 2019

Sunnudagin vóru yvir 50 fólk komin saman á aðalfund og 40 ára føðingardag í Hotel Hafnia. Vit høvdu fingið forkunnaða vitjan úr Danmark, stjórið okkara Klaus Høm var komin ein túr til Føroyar sunnudagin at halda føðingardagin saman við okkum.

Formannsfrágreiðingin:


"Góðu limir 

Vælkomin til okkara 40 ára føðingardag. Síðan aðalfundin tann 18. mars 2018 hevur Sclerosufelagið haft nøkur sera væl eyðnaði tiltøk. Í fjør var eitt samstarv gjørt við rennifelagið Treysti í Klaksvík, har ið skipað var fyri einari 5 km motiónsrenning og einari barnarenning. Kostnaðurin fyri motiónsrenning var 100 kr, og 50kr fyri børnini fór hesin peningur óskerdur til Sclerosufelagið. Tiltakið var kallað “Kom og renn fyri sclerosu í Klaksvík” og hettar tiltakið var hildið tann 5. mai. 

26. Apríl var eitt café kvøld í Megd húsinum, har ið vit vístu ein film við Francisku Vesterholm, sum er spinning og fittness instruktør. Franciska fekk staðfest sclerosu í 2012 og valdi at droppa heilivágin og í staðin raðfesta ítróttin. Eisini høvdu vit fingið vitjan av Holgar Jacobsen, sum kom at syngja nakrar sangir fyri okkum. Stutt eftir hettar fekk eg ein teldupost frá Francisku Vesterholm, sum hevði funni tiltakið, ið vit høvdu haft og takkaði fyri at vit høvdu umrøtt søguna hjá henni. Hon fortaldi at hevði hon vita av at vit høvdu víst filmin um hana, so hevði hon gjarna vilja haft ein fyrilestur gjøgnum skype fyri okkum.

5. mai var so rennitiltaki hildið í Klaksvík og hóast veðri ikki var nógv at reypa av, so var hettar væl eyðna, við nógvum fólkið. Smáar 14 dagar eftir at tiltakið í Klaksvík, setti Yndi fittnes seg í samband við okkum, um at tey høvdu fyrireika eitt súkklumarathon. Luttøkugjaldi var 200kr, og peningurin fór eisini óskerdur til Sclerosufelagið. Tiltakið hjá Yndi var hildið tann 19. mai 

31. Mai, var Jena Frederikke Krogslykke, ið er útlærd farmakonom, heilapraktiker og akupunktør, á vitjan í Føroyum í arbeiðsørindum. Hon bjóðai seg fram til at hava ein fyrilestur um hennara arbeiði við fólkið við MS. Nakrar av hennara yvir skriftum vóru " spis dig til sygdom eller spis dig til sundhed”. 

Í juni vóru eg, Jonhild, og Krista niðri í Grenaa í Dronningens ferieby á fundi saman við øllum hinum lokalfeløgnum.Tað sum stórur dentur var lagdur á, á hesum fundinum var tann stóra landsindsamlingin, sum var so smátt byrja í Danmark. Direktørurin hjá okkum Klaus Høm greiddi frá visiónina sum Sclerosuforeningen hevði set sær til ár 2022. 

Og hettar innbar at: 

  • Foreningen skuldi vera tann 5. best kenda sjúklingarfelag 
  • 8 út av 10 við MS skulla vera limir í felagnum 
  • 8 út av 10 við viðmæla øðrum við MS at vera limur
  • 80% av limunum skullu halda at okkara tilboð eru relavant í forhold til teirra tørv. 
  • Tey vilja hava eitt lokalt tilboð til tann rakta og avarandi
  • Hækka talið av sjálvbodnum, sum luttakað í innsamlingum og tiltøkum 
  • Viðlíka talið av sjálvbodnum til nevndararbeiði

Foreningen hevði lagt eina ætlan fyri landsinnsamlingini, har ið ein og hvør kundi fara á heimasíðuna, velja sær eina gøtu ella umráði, sum tey skuldu dekka. Hettar sá lætt og ómakaðleyst út, tó vóru tað bert Danskar gøtur í skipanini. Øll ið vóru á fundinum fingu eina stóra kurv, ið innhelt eina rúgvu av informations tilfari, ið var ætla, sum vit skuldu brúka til at uppstarta indsamlingina. 
Vit í avgjørdu ikki at vera við til landsinnsavningina, tí her var ikki yvirskot hjá okkum til tess. 

Hettar árið hevur verði nógv merkt av nýggjari granskingini innan Progressivari Sclerosu, Og hendan granskingin hevur givið úrslit. Hósdagin 28. Mars komu boð um at aftaná eitt 60 mánaðar langt kanningar arbeiði, hava Amerikanarar valgt at góðkenna Siponimod sum heiluvág ímótur sekundær progressiv sclerose. Úrslituni av kanningunum vísti at viðgerðin minkar um vandan at sjúkan versan við 21%. Eisini vísti kanningan at tey, sum vóru viðgjørd við Siponimod í miðal upplivdu 23% minni broytingar í heilanum og eina minkin av “læsion” 

19. August var tann árliga summarútferðin, í ár bleiv hon løgd saman við einum fyrilestri hjá Mette Ellermann, har ið yvirskriftin var “Broytt atferð: Eitt MS-sjúkueyðkenni”. Eftir fyrilesturin var livandi tónleikur frá Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein, afturvið tónleikinum fingið gestirnar grillaðar pylsur, kyllingaspjót vm. Meðan fyrilesturin var, hevði nevndarlimur okkara, Peter staði uttan fyri og grilla, soleiðis at klárt var tá fyrilesturin var liðugur. 

25. November, var tann árliga jólahugnin, og aftur hesa ferð var hann væl vitjaður."

Eftir formannsfrágreiðingin bleiv rokniskapurin lagdar fram, og eftir taðhevði sosialráðgevið okkara, Joan Vang eitt upplegg. Klaus Høm tosaði um granskingina og hvussu lang var komið við arbeiði innan fyri Cannabis sum heilivágur. 

Krista Hvannstein legði eina arbeiðsætlan fram, og vísti á hvat vit ætla at gera komandi árið. Ætlanin verður løgd út komandi tíðina.

Eftir aðalfundin høvdu vit bjóða gestum okkara til døgurða við desert á Hotel Hafnia

Formaðurin - Hallur Thomsen
| Sclerosufelagið - sclerosufelag@sclerosufelag.fo |