Á flaggdegnum í Havn 2021

Sunnudagin 25. apríl kl. 16.00. Børn, ung og vaksin. Tilmelding fer fram við at trýsta á knøttin ‘Melda til...’ niðast á síðuni, sum kemur fram er ein knøttur, ið eitur Fram. 
Trýst á hann.



Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning!

Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 35. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna. Í ár fara vit aftur í samstarvi við Sclerosufelagið at skipa fyri heilsurenning fyri bæði børn og vaksin. Vit byrja kl. 16.00 beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir fara at kappast


Heilsurenning

Saman við Sclerosufelagnum verður eisini heilsurenning, sum er vælegnað teimum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km. Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið. Og tað loysir seg at melda til beinanvegin, tí tey fyrstu 50 fáa hvør sína blusu. Eisini er lutakast um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways, virði 3000 kr og eina gisting fyri tvey á Hotel Hilton, í dupultkamari og við morgunmati.

Sclerosufelagið fer eisini at hava eitt telt á Kongabrúnni, har møguleiki verður at fáa ein drekkamunn. 

Sclerosurakt tørva stuðul

Um tú ikki orkar at renna, og tó ynskir at stuðla Sclerosu, ber eisini til at stuðla bæði heilsu- og barnareningini.Tit kunnu stuðla við at flyta eina upphædd á 9181 498.008.7 í Betri

Sclerosa (MS)

Sclerosa (MS) er ein kronisk autoimmun sjúka, sum loypir á høvuðsnervaskipanina, og also nervalagið í heila og mønu. Sjúkan rakar sostatt allan kroppin.


Sjúkan kann hava ymisk árin frá persóni til persón. Álopini av sjúkuni vera vanligani kallað fyri 'Attak', og tað kann vera alt frá merkisórógv (føleforstyrrelser), trupulleikar við sjónini, møði, lammilsi og /ella kognitivar trupulleikar, so sum at hava ringt við at minnast og hugsavna seg. Nøkur uppliva bert fá attak, og eru kanska ikki nógv merkt av sjúkuni, meðan onnur gerast avlamin við tíðini. Flestu, sum verða rakt av sjúkuni, eru millum 20 og 40 ár. 2/3 av hesum eru kvinnur.


Man veit ikki hví ella hvaðan sjúkan kemur. Tí er ongin heilivágur, ið kann lekja sjúkuna. Men tað ber til at fáa heilivág, sum seinkar sjúkugongdina og møguliga minkar um symptomini. Tað verður granskað sera nógv í sjúkuni. Hetta gevur vón um eina framtíðarloysn og er sera positivt. Men gransking er dýr, og neyðugt er at savna nógvan pening til ymisku verkætlanirnar.


Renn fyri sclerosu! Tú hjálpir við at savna inn pening, og gevur vón um eina betri framtíð.

Sclerosufelagið fer eisini at hava eitt telt á Kongabrúnni, har møguleiki verður at fáa ein drekkamunn.


Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 23. apríl kl. 21.00. Ongin tilmelding á staðnum. (Undantak er til heilsurenning).
| Sclerosufelagið - sclerosufelag@sclerosufelag.fo |