Renni tiltakið var væl eyðna!

Ein sera væl eydnaður dagur! 

Eitt sindur av vátslettingi og mjørka stegðaði ikki fólki í at møta upp til heilsurenningina, sum í ár varð gjørd í samstarv við Bragdið. Yvir 100 fólk vóru komin at stuðla Sclerosufelagnum í heilsurenningini og fer luttøkugjaldið til gransking. Sclerosufelagið hevði fingið eitt tjald sett upp við Kongabrúnna, har ið kaffi og kaka vóru bjóðað, og mong fólk komu inn at fáa hitan og eitt prát.

Sclerosufelagið takkar øllum teimum, sum luttóku og valdu at stuðla okkum og Bragdinum fyri eitt gott samstarv.


| Sclerosufelagið - sclerosufelag@sclerosufelag.fo |