Tiltak við Haslev Sclerosehospital á Klaksvíkar Sjúkrahúsi – fyri avvarðandi
Í tøttum samstarvi við Haslev Sclerosuhospital skipar Klaksvíkar Sjúkrahús fyri einum tiltaki fyri avvarðandi, ið hava tætt samband við borgarar við sclerosu.
Kom og fá greiðu á, hvussu MS kann ávirka tann sjúka og teg í gerandisdegnum.
Til ber at fáa eina umfatandi heildarvitan um MS. Eisini kunnu spurningar setast um tað, tú sum avvarðandi hjá einum við MS upplivir, sum fyllir í gerandisdegnum og lívi tykkara. Kom og hitt onnur avvarðandi og hoyr, hvussu tey greiða gerandisdagin og lívið við MS.
Her ber eisini til at fáa kunning um, hvussu okkara kynslív verður ávirkað av lívskorum, og serliga hvussu MS kann ávirka kynslív og parlag.
Framløgan verður yvirskipað um MS, men viðmerkingar og spurningar eru altíð vælkomnir í plenum ella til røðaran aftaná.
Framløguna hevur Janni Eibye, sjúkrarøktarfrøðingur við 14 ára royndum í MS. Hon er eisini útbúgvin kontinenssjúkrarøktarfrøðingur og serfrøðingur í kynslívsráðgeving.
NÆR OG HVAR
Mikudag 4. november kl. 16 í felagshølini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Vit bjóða kaffi, te og okkurt gott afturvið.
TILMELDING
Tiltakið er fyri avvarðandi. Tilmelding er neyðug vegna Covid-19 farsóttina. Boða frá luttøku við at senda teldupost til ks@ks.fo.
Tey, ið melda seg til tiltakið, skulu viðmerkja:
- Navn
- Telefonnummar
- Viðmerkja “mikudag, avvarðandi”
Vilja tit hava nærri kunning, ber til at ringja 454545.
Avmarkað pláss.
Klaksvíkar Sjúkrahús váttar fyri luttøku.