Innleiðsluskeið í TRE

Mánadagin 27. mai kl 19 bjóða vit limum okkara til eitt innleiðsluskeið í TRE í MEGD húsinum.
Innleiðsluskeiði 27. mai er ókeypis

Meldast skal til í seinasta lagi mánadagin 20 mai.
á sclerosufelag@sclerosufelag.fo ella við at skriva til Sclerosufelagið á messenger. 
Upplýs navn og telefon nummar.

Ida Lón sum er ein av TRE veitarunum og er ergoterapeutur kemur at ringja til tey sum melda seg til, fyri at hava eina forsamtalu uppá uml 10 min fyri at fáa eitt innlit í tann einstaka og um tað eru nøkur atlit sum skula takast.

Seinastu 10 árini, hava meira enn 800 fólk, ið hava sclerosu, við góðum úrslitum, roynt TRE-viðgerð, gjøgnum Sclerosufelagið í Danmark.

Nú bjóða vit okkum fram, at skipa eitt tílíkt skeið, so eisini fólk, ið hava sclerosu í Føroyum, fáa møguleika at royna hetta.

TRE, Trauma Release Exercises, er ein arbeiðsháttur, ið loysir djúptliggjandi kropsligar og kensluligar spenningar. TRE er samansett av venjingum, sum seta í gongd náttúrligar sitringar/ristingar í nervalagnum, sum regulera og loysa upp blokeringar í kroppinum.

Á skeiðnum fara vit at greiða frá hvat TRE er, og hvussu tað loysir upp djúpar spenningar og minkar um kropsligt órógv. Vit fara eisini at royna venjingarnar, so luttakararnir sleppa at merkja tað á egnum kroppi.

Á hesum skeiðnum er tað bert fyri luttakarar, ið kunnu gera venjingarnar standandi og liggjandi a gólvinum. Hetta hevur við sær, at koyristólsbrúkarar, i hesum umfarinum, tíverri ikki kunnu luttaka. Samráðingar eru í gongd um at fáa upplæring í at viðgera fólk, ið sita í koyristóli. Um áhugi er, ber til at venda aftur til tann partin av okkara limum. Vónandi verður hetta ikki tikið illa upp. Skotbráið er var óv stutt til at tær læru seg tær serligu tillagingarnar.

Eftir hetta verður møguleiki at melda seg at halda áfram, at fáa nágreiniliga og persónliga TRE-viðgerð, soleiðis at ein kann læra at nýta hesar venjingar til sín sjálvs heima. (Sí serligt tilboð)

Vit eru tvær, Sigbritt við Neyst, námsfrøðingur, sálarviðgeri og TRE-veitari, og Ida Lón, ergoterapeutur, sálarviðgeri og TRE-veitari, sum fara at leiða tykkum gjøgnum dagin. Skuldi tilmeldingin verði stór, hava við onnur TRE-útbúgvin fólk, at hjálpa okkum.
Kostnaður fyri innleiðsluskeið: Fyri 6 fólk (2 TRE-veitarar) 4.000,- kr. Um fleiri melda seg, er kostnaðurin 1.000,- kr. fyri hvørjar 3 eyka luttakara.

Serligt tilboð um framhaldsviðgerð: Eftir innleiðsluskeiðið bjóða vit eina viðgerðartilgongd, ið umfatar 7 sessiónir. Ætlanin er, at hetta pakkatilboð fer at verða yvir 4 vikur, har tit fyrst koma til einstaklinga-viðgerð 3 ferðir, møtast í bólki 1 ferð, síðani 2 ferðir einstaklinga-viðgerð, og so enda í bólki. Seinastu ferð verður mett um tú er klár/ur og kennir teg tryggan at halda fram við viðgerðini sjálvstøðugt.

Kostnaður 2.800,- kr. (vanligur prísur 4.900,- kr.)
| Sclerosufelagið - sclerosufelag@sclerosufelag.fo |