Allir limir hjá Sclerosufelagnum, ið hava sclerosu og teirra avarandi kunna fáa hjálp frá sosialráðgevanum.
Ráðgevingin gongur fyri seg í fyrsta umgangi umvegis telefon ella á telduposti.
Ráðgevin tekur tó støðu til hvør ætlan skal takast.
Vit vilja viðmæla limum okkara, til at seta seg í samband við ráðgeva okkara, um tey liggja inni onkrum spurningi, ið eru tilknýt til almen viðurskiftir.
Eisini umsitur ráðgevi okkara ávísing til sálarfrøðing.
Samband kann fáast við ráðgevan á hendan hátt
Joan Vang
Teldupost :jva@scleroseforeningen.dk
Tlf.: 21 46 43