Almenna Flaggdagsrenningin er avlýst, tá umstøðurnar eru,
sum tær eru beint nú. Men
Flaggdagurin er tann sami, teinurin er tann sami og hevur tú hug at renna ella
ganga rutuna, so skjóta vit upp, at tú gert tað. Nú hevur tú allan dagin at
renna teir 7 km frá Kongabrúnni og út til Boðanesheimið at venda. Ella tú
velur heilsurutuna, sum er eina ferð út
at venda. Tú gert sjálv/ur av, nær tú rennur, bara tú ikki rennur í einum
stórum hópi.
Byrja á
Kongabrúnni og renn fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda.
Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin er knappar 7 km.
Tá tú hevur
runnið, tak eina mynd og viðmerk #flaggdagsrenningin2020 og #rennviðfrástøðu,
so fara vit at royna at samla allar myndirnar.
Sclerosufelagið
og Bragdið skuldu samstarva um heilsurenningina, og inntøkuna av tí skuldi
Sclerosufelagið fáa. So hevur tú hug, ert tú vælkomin at lata teimum
eina upphædd á konto nr: 9181-4980087
Vælkomin at renna ella ganga við, eitt umfar ella bæði tvey,
í frástøðu og á gongubreytini 😊
Kelda: